27 October 2010

Vilja vit hava eitt føroyskt mál?

So noyðast vit geva okkara høvundum møguleikar at arbeiða!

Vit vita tað øll somul: Føroyskt er eitt lítið mál, bæði í talið av fólkum sum tosað tað og í nøgdini av orðum vit hava. Stór mál eru slík sum enskt, franskt og týskt, nógv tosað tað og nógv skriva tað og orðanøgdin er óendalig.
Hvønn dag verða tey stóru málini størri og ríkari, tí har eru fólk sum arbeiða við málinum, skriva skaldsøgur við tíð, skriva yrkingar við tí, samanbera, uppfinna, spæla sær við orðini, so tey mýkjast og gerast betri, gera nýggj orð og hugtøk fyri verðina kring tey.

Nógv fólk nýta málið, lærara í skúlunum banka tað inn í høvdið á næmingunum, skrivstovufólk skriva brøv við tí og tíðindafólk nýta tað at fáa tíðindi út, men ongi av hesum hava stundir og møguleikar at gera málið størri og ríkari. Fyri tey er málið tann hamarin, tey skul brúka at smíða við, tey gera ikki hamarin betur, tað er ikki arbeiði hjá teimum. Tað er heldur ikki arbeiði hjá málfrøðingunum, teir skulu ansa eftir tí, eitt sindur sum løgreglan. Í roynd og veru eru tey einastu fólkini, sum veruliga menna málið høvundar, sum skriva fagrar bókmentir.

Í Føroyum hava vit næstan ongar skaldsøgur og stuttsøgur, sum verða skrivaðar á føroyskum,
nakrar fáa barnaskaldsøgur koma av og á, men ein skaldsøga ella eitt stuttsøgusavn er sjaldnari enn tann so nógv umtalaði lundin á jólanátt.
Tí verður føroyskt verðandi eitt lítið mál, og tað sum ikki veksur ella mennist, tað minkar! Føroyskt er ikki bara eitt lítið mál, tað er eitt minkandi mál og tað er einamest av eini orsøk:
Vit hava sera fáar skaldsøguhøvundar.

Hetta segði Jógvan Arge sjálvur í røðu síni, tá M.A. Jacobsens virðislønirnar vórðu handaðar! "Alt ov langt er millum skaldsøgurnar!" Hann er jú ein valdur politikari, sum vónandi veit havt hann sigur til ársins týdningarmesta bókmentatiltak.
Um eg bara hyggi at útgávulistanum hesi seinastu árini, ja, so er tað eyðsæð, at JA hevur rætt. Men tað sum Argemaðurin bara ikki spurdi seg sjálvan um, var:
Hví hava vit so fáar rithøvundar, sum hætta sær undir at skriva fagrar bókmentir?

Svarið er einfalt:
Tað er eitt fulltíðarstarv at skriva eina góða bók! Skrivar tú bara í tíni frítíð, seint um kvøldið, tá børnini eru løgst, húsið rudda og alt annað arbeiði fingið frá hond, verður bókin hjá tær í best føri hampulig, og í hvussu so er ongantíð nýskapandi málsliga.
Ein høvdundur nýtir ofta eitt ár at skriva eina bók, summir meira, men teir skulu vera heppnir, um teir fáa eina hálva mánaðarløn fyri arbeiði, tá tað er latið forlagnum, í fleiri førum fáa teir ikki eingong tað.
Í 2010 vóru sum vanligt starvslønir lætnar frá Mentanargrunni Landsins, 11 mánaðir starvslønir fóru til fagrar bókmentir (so vítt eg dugi at síggja), deildir millum 5 høvundar. So man skal ikki verða ein góður roknimeistari fyri at síggja, hvussu leingi tað verður fyrr enn nøkur bók kemur frá hesum 5. Tí tað eru ikki tey somu, sum fáa næsta ár.
Harafturat skal eisini hugsast um, at tá tú fært einar tveir mánaðir at skriva í, so hevur tú kanska ikki arbeitt rættiliga við tínum yrki í fleiri ár (tað hevði tú ikki ráð til, húsið skuldi jú gjaldast og maturin við), og ert tí ikki so góður til handverkið, sum tú ert tá tú arbeiðir dagliga við tí. Altso fer helst bróðurparturin av tí 1. mánaðinum til at koma á lagið aftur.... Hvussu langa bók kanst tú skriva uppá ein mánað?

137 mánaðarlønir vóru latnar, 11 av teimum til fagrar bókmentir. 11 mánaðir av 137 til at menna okkara lítla minkandi mál.
Soleiðis er tíverri stætt.

Vit hava nógvar góðar høvundar, vit hava nógvar óendaliga frustreraðar høvundar, sum spilla sína tíð og síni evni til at sita á skrivstovum, grava rennur, undirvísa í fólkaskúlum o.a. sum onnur fólk, sum ikki brenna fyri at skriva góðar bøkur á føroyskum, eins væl kunnu gera.

So eg kann við røtum spyrja:
Vilja vit veruliga hava eitt føroyskt mál?


No comments:

Post a Comment