22 October 2008

"Tú ert svøk!"


Av og á kann mann ikki annað enn at undrast yvir, at mann veruliga heldur fast uppá at búgva her í landinum, veðrið er ræðuligt (í hvussu so er tær seinastu 2-3 vikurnar) og man skal bara finna seg í, at onkur rópar eftir tær á gøtuni, at tú er púra svøk, tí at tú hevur sagt við viðkomandi, at tað altso faktisk var ein privatur urtagarður hann kleyraði ígjøgnum.


Hetta er ein vakur morgun, hóast alt er hált sum á kalvabaki (tað segði ÚF forrestin ikki eitt orð um). Vit fara út gjøgnum dyrnar og tað 1. sum hendir er, at lítlin dettur við høvdinum oman gjøgnum trappurnar og at eitt fremmandafólk í somu løtu kemur gleivandi inn gjøgnum okkara urtagarð við dóttir síni.

Forfard um bæði taki eg lítlan upp og sigi við hendan fremmanda, at hetta satt at siga er ein privatur garður.
Maðurin svara sera ófantaliga aftur, m.a. at tað er synd í okkum og fer so við dóttrini út gjøgnum hitt portið uttan at lata tað aftur eftir seg.

Nú er tað ikki so, at urtagarðurin hjá okkum er púra opin og líkist einum, har ongin býr. Tvørturímóti. Har er garður allanvegin runt við portur fyri í báðum endum, smáar gøtu, vælrøkt plantbed og -krukkur, urtagarðsborð, sandkassi, reiggjustativ o.s.fr. allastaðni. Har er onki at ivast í: Her búgva fólk, sum eru glað fyri garðin hjá sær.
Hvat meira er, so er allmenn gjøgnumgond báðumegin garðin, so har er ongin verulig umbering fyri at fara hendan vegin.

Illa tilpassar av álopinum fari eg rundan um húsini og inn í kjallaran eftir barnavogninum, men eg havi ikki meir enn latið kjallarahurðina aftur eftir mær, tá eitt skrálar eftir mær úti frá vegnum:
"Tú ert svøk, ert tú!"
Maðurin hevði ikki nóg mikið við at fornerma okkum inni á egnum øki, hann mátti eisini syrgja fyri, at alt grannalagið fekk tað við.

Fantastiskur morgun, ha?

Í mínari verð er privat ogn privat ogn, um tað er tíni hús, tín taska ella tín urtagarður.
Hevði hesin maður, sum er so skjótur at stempla onnur (sum hann er komin ov nær) sum svøk, eisini hildið, at tað var púra normalt, at eg fór inn og setti meg í bil hansara ella í stovuna hjá honum ella rótaði í lummunum hjá honum?
Nei, eg spyrji bara, er tað mær tað er galið við?