13 November 2009

Árligi Bókadagurin hjá Rithøvundafelagnum

Bókadagurin hjá Rithøvundafelagnum í Norðurlandahúsinum


Sunnudagin 15. november kl. 15 verður hol sett á árliga bókadagin hjá Rithøvundafelagnum í Norðurlandahúsinum.

Á skránni verður stórur partur av at nýggju føroysku bókmentunum, sum eru komnar og fara at koma í ár.

Tiltakið er sera fjølbroytt:

Súni Merkistein fer at hava pallviðtalur um bókmentalig evni. Ein verður við Onnu Ellingsgaard, journalistur, um at skriva um bókmentir og aðra mentan í føroysk bløð, ein við Jóanes Nielsen um sjónleikagerð í Føroyum og yvirhøvur og at enda ein samrøða við Oddfríð Rasmussen um munin millum at skriva fyri vaksin og at skriva fyri børn og ung.

Norski umsetarin Lars Moa fer at siga nøkur orð um týðingararbeiði hjá sær og eitt sindur um útbreiðslu av týddum føroyskum bókum í Noreg.

Nicolina Beder fer at siga frá um søguna um føroysku ullina í samband við nýggju bók sína.

Nýggir tekstir hjá fimm ella fleiri føroyskum høvundum fara at vera lisnir upp, í flestu førum lesa høvundarnir sjálvir.

Á barnatiltakinum verða nýggir tekstir hjá fimm høvundum lisnir, eisini her lesa flestu høvundarnir sjálvir. Janus á Húsagarði at siga frá um at myndprýða barnabøkur.

Tiltakið er skipað sum ein hugnalig felagsstund um bøkur, har møguleiki eisini er fyri at fáa sær eitt hungaligt prát og keypa gløgg í Borðkrókinum. Rit & Rák er við á tiltakinum við øllum teimum nýggjastu bókunum og nógvir av høvundunum verða har og kunnu signera, um áhugi skuldi verið til tess.