17 March 2011

30. Salon du Livres sett

Ein troyttur, men væl undirhildin høvundur er nú aftur á sínum fína hotelli og Salon du Livres er væl sett.

Um 5 tíðina var eg saman við grønlendska høvundanum Kristian Olsen aaju og danska Jakob Martin Strid (hann sum hevur skrivað "Lítli froskur") sett í ein hýruvogn saman við nøkrum av teimum frá Kunststyrelsen, sum eru við til at skipað fyri hesum stóra tiltakinum.
Tað kendist sum at verða komin út aftur á flogvøllin, so stórt var tað at koma inn í høllina við "Porte de Versaille". Vit høvdu ikki gingið meira enn 2 minuttir, so høvdu vit mist tvey av bólkinum burtur. Men vit komu kortini heil fram til norðurlendska básin.

Tað at eitt sindur løgið at ganga runt har og hyggja at fólki, tí har vóru heilt fitt av andlitum, sum tyktust kend, men sum eg ikki tordi at heilsa uppá, tí kanska kendi eg tey ella kanska vóru tey bara kend?
Nakrar høvundar kendi eg kortini, havi hitt tey á høvundaskeiðum á Birkops Arno, t.d. Anne Swärd og Monika Fagerholm. Eini 3-4 onnur fólk hevði eg eisini hitt áður. Verðin er ikki so øgiliga stór kortini.

Franski mentamálaráðharrin Frédéric Mitterrand skuldi koma og seta stevnuna kl. hálvgun átta, og eisini vitja í norðurlendska básinum, men fólk bíðjaðu og bíðjaðu, fingu sær pinnamatar og vín og juice, men ongin mentamálaráðharri kom.
Tá næstan ein tími var gingin, kom hann endiliga, fylgdur av einum heri av foto- og filmstólum. Eg hevði eisni mítt á lofti.
Her stendur hann frammafyri øllum nøvnunum á norðurlendsku høvundunum og lurtar eftir einari rættiliga langari røðu, hjá einum finna, eg ikki fekk navnið við á.

Eitt av teimum ordiliga stuttligu tingunum var kortini hetta:

Nú eru nevniliga 4 skrímlsabøkur á fronskum!!

Men tykkara útsendi høvundur kom í so tíðliga upp í morgun, so eftir málaráðharrarøðuna, fann hon eina metro heim á Hotel Bedford, 17, Rue de l'Arcade.

Salon du Livres, París - Tykkara "udsendte medarbejder" komin á staðið!

So kom eg fram, hóast illveðri forðaði mær at sleppa avstað í gjár.
Fekk eitt kvøld heima eyka, men kendist løgið, ein lænt løta. Eg var farin, men onganvegin komin kortini. Børnini vóru fegin.
So í morgun klokkan ósømuliga tíðliga (4.40) fór eg úr Havn og nú klokkan 16 siti eg á Hotel Bedford í París. Ræðuliga fínt hotel har piccoloar syrgja fyri at viðføri kemur niðan á kamarið og eg kenni meg sum tann nógv umtalaði hundurin í keyluspælinum. Eg dugi ikki við, at tað skal vera so fínt og formelt. Skal man so tipsa í heilum og slíkt? Ikki so, tá ein fátækur føroyskur høvundur skal royna at spæla "fín" í París!
Í lyftini upp sá eg eitt andlit, eg helt meg hava sæð onkrastaðni, og eri nú greið yvir, at tað var norski høvundurin Per Petterson, sum í 2003 var kendur fyri bókina "Ut og stjæle hester".


Nú fari eg at gera meg klára til setanina av 30. Salon du Livres. Havi myndatólið við!