13 November 2009

Árligi Bókadagurin hjá Rithøvundafelagnum

Bókadagurin hjá Rithøvundafelagnum í Norðurlandahúsinum


Sunnudagin 15. november kl. 15 verður hol sett á árliga bókadagin hjá Rithøvundafelagnum í Norðurlandahúsinum.

Á skránni verður stórur partur av at nýggju føroysku bókmentunum, sum eru komnar og fara at koma í ár.

Tiltakið er sera fjølbroytt:

Súni Merkistein fer at hava pallviðtalur um bókmentalig evni. Ein verður við Onnu Ellingsgaard, journalistur, um at skriva um bókmentir og aðra mentan í føroysk bløð, ein við Jóanes Nielsen um sjónleikagerð í Føroyum og yvirhøvur og at enda ein samrøða við Oddfríð Rasmussen um munin millum at skriva fyri vaksin og at skriva fyri børn og ung.

Norski umsetarin Lars Moa fer at siga nøkur orð um týðingararbeiði hjá sær og eitt sindur um útbreiðslu av týddum føroyskum bókum í Noreg.

Nicolina Beder fer at siga frá um søguna um føroysku ullina í samband við nýggju bók sína.

Nýggir tekstir hjá fimm ella fleiri føroyskum høvundum fara at vera lisnir upp, í flestu førum lesa høvundarnir sjálvir.

Á barnatiltakinum verða nýggir tekstir hjá fimm høvundum lisnir, eisini her lesa flestu høvundarnir sjálvir. Janus á Húsagarði at siga frá um at myndprýða barnabøkur.

Tiltakið er skipað sum ein hugnalig felagsstund um bøkur, har møguleiki eisini er fyri at fáa sær eitt hungaligt prát og keypa gløgg í Borðkrókinum. Rit & Rák er við á tiltakinum við øllum teimum nýggjastu bókunum og nógvir av høvundunum verða har og kunnu signera, um áhugi skuldi verið til tess.

10 June 2009

Undrunarsamur tíðindaflutningur


Eg má undrast! Undrast so eg kenni meg sum eitt stórt spurnaðartekin!
Tað er gott kunnu at undrast, ja, men hvussu bert tað til, at man ferð eftir ferð kann undrast á tíðindaflutningin í hesum landinum? 

Hesaferð er tað Dagur&Viku, sum eg undrist so stórliga um. Eg skal ikki á nakran hátt gera meg klóka uppá hesa sendingina, síggi hana so at siga ongantíð, men nú havi eg tilvildarliga sæð hana 2 ferðir innan nakrar dagar.
Tá eg so samaberi hesar báðar sendingarnar, so er tað eg undrist (og øtist) og eg spyrji meg sjálva: Hvussu raðfestir Kringvarp Føroya mentan?

Í fyrru sendingini eg sá, var Mentanarnáttin í Havn júst farin afturum bak. Hvørji tíðindi hevði D&V so at siga um hesa rímiliga stóru mentanarligu hending? Minni enn ein ½ minuttur av mótasýning afturvið rullutekstunum. Stikk den!
At býurin var fullur av fantastiskum hendingum, framsýningum, tónleiki og øllum møguligum øðrum, tað leypa vit høgt og flott upp um (harvið meini eg onki negativ um mótaframsýnginina, hon var líkasum bara ikki einsamøll).

Og so í gjárskvøldið var tað eg fekk ordiliga spatt:
5 minuttir um eitt familjualbum! Onkur hevur hugna sær við at savna upplýsingar um sína familju og givið tað út í bók. Straks er viðkomandi "rithøvundur" og fær 5 minuttir av bestu senditíð í Kringvarpinum.
Í hesum landinum eru fólk, sum skriva góðar bøkur, brúka lív sítt at gera føroyskt mál til eitt mál, sum er vert at varveita og menna, siga søgur, sum eru verdar at lesa hjá øllum (ikki bara eini ávísari familju), sum fáa bøkur umsettar til onnur mál. Og øll hesi fólkini, sum veruliga skapa mentan, hvussu nógva senditíð fáa tey? Fyri bara at nevna okkurt dømi, so kom ein ørgrynna av bókum út fyri jól, góðum skaldskapi, og tað eg minnist var onki um nakað av hesum í SvF (rætta meg, um eg mistaki meg, síggi sum sagt ikki so ofta sjónvarp, men man plagar at hoyra um tað, um nakað hevur verið.)

Afturat hesum var D&V-sendingin í gjárkvøldið, so út av lagið vánalig, tá hugsa verður um uttanlandstíðindum, onki var opinbart hent úti í verðini í gjár uttan barnamorð og -pornografi. Á onkran hátt kendi eg tað, sum tann fjaldi dagsordanin undir hesum var: Alt í lagið, tað er kreppa í landinum, fólk verða uppsøgd í Suðri, tað er sjálvnadi synd í teimum, men hygg hvussu tað er úti í stóru verð? Har drepa mammur síni børn, og barnagarðslærinnur leggja ónærisligar myndir av børnum út á neti. Hava vit tað ikki herligt í okkara dunnuhyli við okkara familjualbummum og smáu ambitiónum?

Eg undist og undrist og undrist.......................

11 February 2009

Kavaórudding

Vit hava altíð vita tað, men enn einaferð kunnu vit konstatera, at tað er í bili, at tú eigur at ferðast í Føroyum, persónbili væl at merkja!
Nú hesin vakri kavin hevur ligið í næstan eina viku, áttu vit satt at siga bara at vera eydnurík um at hava hann her við øllum tí vakra góða, stilla veðrinum og øllum tí ótrúliga ljósinum, vit knappliga fáa ókeypis her mitt í vetrarmyrkrinum. Men tíverri verður gleðin álvarsliga skerd, tá tú fert út í býin at ganga, tí her er snøgt sagt ikki framkomandi á apostlunum, og so slettis ikki, um tú dittar tær út við børnum í vogni.

Koyribreytirnar eru sum sleiktar frá tíðliga á morgni, har er onki óført, og tey siga, at hetta er eisini fyri at bussarnir skullu kunna koyra. So hava tey pussa gloriuna og halda seg hava givið teimum gangandi eina hond. Men hetta er bara at rætta okkum lítlafingurin og so sleppa honum, í tí vit skullu til at taka í, tí tey, sum skullu við bussinum, skullu í allarflestu førðum ganga eftir gongubreytunum fyri at koma til bussin!

Nú fari eg at taka eitt dømi uppá, hvussu ógjørligt tað er at ganga eftir gongubreytunum, bara fyri at illustrera:
Lat meg kortleggja mín persónliga gongutúr heimanífrá niðan á stovnarnar við báðum børnunum:

Vit fara frá húsum við vogni við einum barni í og so eg og dótturin til gongu. Longu tá vit koma til fyrstu gongubreytina renna vit okkum á 1. trupulleikan: Tað er nærum ógjørligt at fáa vognin út á gonguteigin, og hvaðna verri at fáa hann upp á gongubreytina hinumegin, tí har liggur ein høg fjallaketa av kava framvið gonguteignum báðumegin. Tað eydnast so eftir nakað av stríði, tíbetur uttan at verða yvirkoyrd. Vóru vit farin heima eitt sindur fyrri og vóru endaði í "myldritíðini", er ikki vist, at vit vóru komin snikkaleys gjøgnum hetta.

Vit snara nú inn á eina minni síðugøtu millum tveir stórar vegin, ein vegur, sum nógv ganga, tí hetta er nær við ein skúla. Her er ongin kavi ruddaður, síðani hann kom í síðstu viku. Tað kundi havt verið í lagið, um bilarnir ikki høvdu sprutta salt inn á breytina. Nú er hetta sum at ganga í 30 cm tjúkkum, leysum putursukri.

So er altur ein gonguteigur við fjallaketum, síðani enn ein putursukurbreyt, síðani ein putursukurbrekka vit mugu royna at toga vognin niðan eftir, inntil vit koma til eitt lítið petti av vegi, sum er væl farandi eftir. Her hevur ongin rudda nakran kava, men heldur ongin koyrt ella saltað. Her er bara reinur samantrakaður kavi. Hetta strekki strúka vit avstað.

So aftur putursukurbrekkur og vandamiklar fjallaketur, omanbrekkur har vit noyðast út á koyribreytina, tí fjallaketan hesaferð er Á gongubreytini og so framvegis, til eg at enda noyðist at lata tey báðu smáu leiðast seinasta strekki niðan gjøgnum eina ógravaða, saltspruttaða gongubreyt beint við eina vøggustovu, meðan eg við tógvi stríð og hjartanum uppi í halsinum fái skumpa vognin niðan.
Huff, vit komu livandi niðan, men eg havi givið skarvin yvir. Eg koyri tey til og úr stovni til kavin er av. Eg vil ikki seta okkum lívið í vága eina ferð afturat.

Takk Tórshavna Býráð fyri at taka tykkum so væl av teimum gangandi. Fara vit at fáa stuðul til insulin, tá vit øll fáa konstatera diabetes2, tí vit ikki røra okkum longur?

30 January 2009

Løgtingið stuðlar fólkakravi!!

"Vit, sum sita í Løgtinginum, eru fólksins umboð, og tá ið ein so ógvislig reaktión kemur frá fólkinum, so er tað upplagt, at vit eisini stuðla hesum fólkakravi."

Soleiðis skrivar ein av løgtingslimunum í dag í Sosialinum 30. januar.

Wauw! sigi eg bara! Har eru møguleikar í hesum! At lesarabrævið snýr seg um nakað so týdningarleyst sum endursendingina av morgunlestrinum, tað ger minni. Tað sum hetta snýr seg um, er, at um har er eitt fólkakrav, so mugu landsins umboð stuðla hesum.

So nú vænt eg, at hatta privatbergholið hjá Anfinni verður tikið av fíggjarlógini 1. dagin, at setrið fær sína játtan, so tað ikki verður bumbað 20 ár aftur í tíðina og at fólkaskúlin sleppur at taka sær av sínum yngstu næmingum á ein viðriligan hátt (t.v.s. ikki við 26 næmingum í hvørjum flokki), og at øll tey gomlu, sum hava brúk fyri røktarplássið fáa tað við brestin.
Hesi mál eru øll greið fólkslig krøv.

Guviti um nissan á Lakjuni hugsaði um hatta, tá hann so stórtøkin lovaði at fáa hasa ólukku endursendignina aftur á skránna.

21 January 2009

So nær, enn eina ferð

Álvaratos, hvat hugsa tit fyri tykkum?
Ja, eg meini við tykkum sum koyra bil hvønn dag.
Hvønn dag tá eg fari út um dyrnar, seti eg lívið hjá børnum mínum og mær í vága við bara at ganga á gøtunum í býnum. Havi ongan livandi kjans at telja, hvussu ofta tað bara var líka við, at onkur koyrdi á okkum.
Tak t.d. í morgun:
Eg skuldi yvir um gonguteigin leiðandi dóttrina, ein gonguteig millum tveir ansingarstovnar. Eitt skilafólk steðgar, so vit kunnu fara yvirum, men hvat hendir?
Ein kona, helst við børnum í bilinum, billar sær inn, at bilurin steðgar, so at hon kann koyra sín bil út á vegin!! og snarar tí - rættiliga skjótt - beint út á gonguteigin, sum dótturin og eg júst hava sett fyrsta fótin út á!!
Tað var bara soooo nær, enn eina ferð.
Nær læra tit, sum koyra í bili, at tit, vard inni í bilskrokkinum, eru so nógvar ferðir sterkari enn vit, sum brúka apostlarnar? Vit tola heilt einfalt ikki líka nógv av, so hví í allari verðini kunnu tit ikki ansa betur eftir??????? Vit verða løsta og doyggja í ringasta føri, um tit renna á okkum, eisini hóast tað ikki er við vilja!
Hvat heldur tú, at eg leggi í, at tað var í ósketni, um tú koyrir mítt barn yvir? Eg eri hamrandi líkaglað! Eg fari at hata teg, tað sum eftir er av mínum lívið, og tú fert helst eisini at hata teg sjálvan, tað sum eftir er av tínum.
So for ólukkan, brúki eyguni og høvdið tá tit koyra bil!!!!

19 January 2009

Løgið treiskni :-)

Onkuntíð kann man koma út fyri eini so løgnari lítlari hending, at man kann ganga og smáflenna at henni í dagar.
Tá eg fyri nøkrum døgum síðani var og "lat børnini inn" á stovn, var ein øgiliga ferðsluruðuleiki millum stovnarnar báðar (skal viðmerkjast at barnagarður og vøggustova liggja hvør síni megin ein smalan veg við nógvar ferðslu). Hetta var fyri seg onki óvanligt, har er ofta eitt sindur av ruðuleika millum 5 min. í 8 til 5 yvir, men hendan dagin bar av.
Tá eg fór inn í barnagarðin við eldra barninum, stóðu bilar fastir og bíðaðu og tá eg kom út aftur og skuldi yvirum við minna barninum, stóðu somu bilar enn og bíðaðu. Førararnir sóu sera ónøgdur út.
Tá eg komi inn í stovuna hjá lítlanum, stendur pedagogurin og flennir:
"Sært tú handan har?" sigur hon, "nú ger hann tað aftur."
"Hvat?" spyrji eg undrandi og skeiti út á gøtuna.
"Hasin maðurin vil ikki bakka," grínur hon, "hann heldur fast uppá, at hann eigur at koyra, hóast hann so setur ferðsluna í gøtuni fasta í ringastu meldurtíð.
Tá síggi eg, at ein bilur stendur og blokerar fyri allari ferðslu omaneftir. Nakrir bilar eru parkeraðir á vegnum oman, tí foreldur eru inni við børnum og tí sleppur bara ein bilur í senn oman tað strekki av vegnum, men hesin serskølturin hevur stillað seg so, at ongin sleppur framvið honum. Hann vil ikki vika seg, tí hann er ikki í tí síðuni, har bilar standa parkeraðir. Hann hevur í princippinum rætt at koyra, men tað er bara tað, at hinir bilarnir hava ongan kjans at bakka fyri at lova honum framvið, tí aftanfyri tann 1. bilin standa einir 50 aðrir, sum skulu sama veg.
Eina løtu haldi eg, at nú er sloppið, tí eitt foreldur kemur út og flytur tí tann bilin, sum er næst við tann treiska, men hvat ger hann!?
Hann koyrir eitt pláss fram!!! Og so stendur líka fast sum áður. Ongin er sloppin ígjøgnum.
"Hygg," sigur pedagogurin, "Soleiðis ger hann altíð. Hvørja ferð tað sama. Hann heldur uppá sín rætt, líkamikið um hann forðar einum 100 fólkum at koma til arbeiðis."
Ein maður úr einum av teimum blokeraðu bilunum rennur fram til apuspjótið.
Nú er verða sloppið, hugsi eg. Men nei, tá næsti parkeraði bilurin fer, kroystur hann seg aftur eitt pláss fram. Ein av blokeraðu bilunum sleppur tó ímillum. Allir hinir standa eftir.
Klokkan er nú farin væl av 8 og vanliga plagar gøtan at vera tóm um hetta mundið. Nú er hon rokað!
Tvær ferðir afturat má onkur oman at skelda, áðrenn tann treiski skilur, at um hann ikki vil bakka, so má hann í hvussu so er lata vera við at koyra fram.
Eg flenni allan vegin heim, tað kann eg saktans, eg eri mín egni arbeiðsgevari og tvørballið gevur mær tilfar at skriva um, men neyðars øll tey børn, sum komu ov seint í skúla og øll tey foreldur, sum eisini komu ov seint, tey flenna helst ikki so nógv. Tey munnu biðja ilt yvir hatta tvørballi í fleiri tímar.

Eg flenni enn :-D

Men guviti hví hann ger hatta?